14 fólk deyð í ódnarveðri

14 fólk deyð í ódnarveðri
14 fólk hava latið lív í Filipsoyggjum eftir at melduródnin, Mangkhut, kom inn yvir norðara part av landinum ígjárkvøldið
 
15.09.2018 - 17:33

Meira enn fýra miljónir fólk búgva í økinum, har Mangkhut herjar, og túsundtals fólk eru flýdd undan vandanum fyri stormflóð.

Tilbúgvingarmyndugleikin á staðnum hevur enn ikki yvirlit yvir skaðarnar, men fráboðanir eru um stórar skaðar, skrivar Reuters-tíðindastovan.

- Nærum allir bygningar hava fingið skaða, og tekjur eru farnar við vindinum, sigur Rogelio Sending, sum er embætismaður fyri stjórnina í landspartahøvuðsstaðnum, Tugue-ga-rao.

- Eingin hevur streym, og samskiftisnetverkini rigga heldur ikki, sigur Rogelio Sending.

Einar 20 melduródnir raka í miðal Filipsoyggjar um árið. Ringasta seinastu árini var Haiyan-melduródnin í 2013, sum gjørdi um seg í mið-Filipsoyggjum. Tá doyðu meira enn 7.350 fólk. 

Hesaferð hevur oyggjalandið fyrireikað seg betri, upplýsa myndugleikarnir fyri Reuters. 
Eitt nú eru fleiri skúlar stongdir, og bann er sett fyri báta-útferðum. 

Herurin í Filipsoyggjum er eisini tilreriðar at hjálpa.

Aljtóða veðurlags-stovnurin sigur, at Mangkhut er ringasta tropiska ódnarveður higartil í ár.

Illveðrið rakar helst HongKong seinnapartin í morgin. Har hava myndugleikarnir mælt fólki til at halda seg innandurða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
KAKUMiKS 2 (1:7) - teknmálstulkað
206440