Erdogan: Drápið varð lagt til rættis

Erdogan: Drápið varð lagt til rættis
Turkiski forsetin sigur, at drápið á saudiarabiska tíðindamannin, Jamal Khashoggi, var lagt væl til rættis, og talan var um eitt polittiskt morð.
 
23.10.2018 - 12:47

Drápið á saudiarabiska tíðindamannin, Jamal Khashoggi, var lagt væl til rættis, og talan var um eitt polittiskt morð. Tað segði turkiski forsetin, Erdogan, tá hann helt røðu fyru turkiska tjóðartinginum.

Hann legði dent á, at um onnur lond eisini hava verið við í ætlanini, so skal tað eisini kannast, og eitt møguligt rættarmál skal vera í Turkalandi.

Myndugleikarnir í Turkalandi halda seg hava ábendingar um, at ætlanin um morðið varð tikin, tá Khashoggi var á konsulatinum í Istanbul tann 28. september, tí hann hevði ætlanir um at giftast.

- Alt bendir á, at Khasoggi varð píndur og síðani myrdur við køldum blóði, segði turkiski forsetin.

Hóast tíðindi ganga, um at saudiarabiska kongafamiljan visti um morðið, so nevndi hann einki um tað, bara at teir, sum framdu drápið, høvdu við myndugleikarnar í Saudiarabia at gera.

Hann sigur tað hava stóran týdning, at Saudiarabia hevur viðgingið, at eitt dráp varð framt, og hann segði seg rokna við, at tey, sum framdu drápið, koma fyri rættin og fáa sína revsing.

Turkiski forsetin segði seg hava fingið at vita, at ein bólkur av 15 fólkum komu úr Saudiarabia til Turkalands. Tey komu í smáum bólkum og savnaðust síðani á konsulatinum í Istanbul.

Tað fyrsta, tey gjørdu, var at taka eitt upptøkutól niður, og tað er eitt greitt tekin um, at drápið varð lagt til rættis.

- Vit mugu fáa greiðu á, hvar líkið er, og varð tað latið einum kenningi í Turkalandi, so má greiða fáast á tí, segði forsetin.

Jamal Khashoggi hvarv 2. oktober, eftir at hann var farin inn á saudiarabiska konsulátið í Istanbul. Saudiarabia hevur viðgingið, at hann doyði á konsulátinum, men at talan var um eitt óhapp. Eingi lond siga seg trúgva tí.

Turkaland sigur seg fara at samstarva við ST, sum vil hava eina óhefta kanning.

Málið hevur eisini polittiskan týdning, tí bæði í Saudiarabia og í Turkalandi eru sunni-muslimarnir í meiriluta, og bæði londini vilja gera sína støðu galdandi í Miðeystri.

Saudiarabia er komið undir stórt trýst av málinum bæði búskaparliga og diplomatiskt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860