Trý tilboð til bussleiðina í Sunda kommunu

Trý tilboð til bussleiðina í Sunda kommunu
Trý feløg bjóða seg at reka bussleiðina í Sunda kommunu komandi árini.
 
02.11.2018 - 07:07

Trý tilboð komu inn at reka bussleiðina í Sunda kommunu næstu fimm árini. 

Tað sæst á heimasíðuni hjá Sunda kommunu.

Tilboðini at reka bussleiðina í Sunda kommunu vórðu upplatin á fundi á døgurða í gjár. Trý feløg bjóðaðu, tey vóru IR Lastbilar, HK Bussar og HZ Bussar. HZ Bussar áttu lægsta tilboðið.

Umsitingin í kommununi skal nú gera eina innstilling til trivnaðar nevndina, sum skal taka støðu til øll tilboðini og leggja eina tilráðing fyri fíggjarnevndina, sum so leggur málið fyri býráðið. 

Roknað verður við at málið verður avgreitt í november.

Tað var í fjør, at bussleiðin í Sunda kommunu gjørdist ókeypist at koyra við.

Higartil hevur hetta verið ein royndarverkætlan í eitt ár í senn, men nú er Bussleiðin boðin út í eitt fimm ára tíðarskeið.

Bussleiðin verður nógv brúkt, sigur Sunda kommuna. Í 2017 koyrdu tilsamans 5.604 ferðandi við bussleiðini. Og hagtølini fyri 2018 vísa nakað tað sama tal av ferðandi higartil í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655