Umstríddur tunnil á skránni fyri tingfundin í dag

Umstríddur tunnil á skránni fyri tingfundin í dag
Tingmaður hjá Javnaðarflokkinum, sum er í samgongu, lagt uppskot fram saman við allari andstøðuni
Tunnil til Fámjins er á skránni hjá tinginum í dag.
 
07.11.2018 - 07:03

Tunnilin til Fámjins er á skránni fyri tingfundin í dag.

Uppskotið er óvanligt, tí Kristin Michelsen, sum er í tinginum fyri Javnaðarflokkin, hevur lagt uppskotið fram saman við øllum flokkunum í andstøðuni.

Uppskotið loyvir landsstýrismanninum í samferðslumálum at skipa fyri, at nýggjur tunnil og vegir verða gjørdir úr Øðravík til Fámjins.

Í uppskotinum stendur eisini, at verkætlanin kann í mesta lagi kosta 60 mió. kr.

Henrik Old gavst

Nú er meira enn mánaður síðani, at júst tunnilin til Fámjins gjørdi, at Henrik Old legði frá sær sum landsstýrismaður í samferðslumálum.

Henrik Old segði tá, at hann mátti ásanna, at hann ikki hevði politiska undirtøku fyri at gera tunnilin til Fámjins nú.

Síðani hevur Aksel V. Johannesen, løgmaður, umsitið samferðslumálini í landsstýrinum.

Eykajáttanin til Glasir er eisini á skránni í dag. 

Hon kom í løgtingið í gjár, men vikið er frá tíðarfreistunum, tí eykajáttanin, sum er 18,7 mió. kr., hevur skund.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425