- Mugu javnseta allar útleigarar

- Mugu javnseta allar útleigarar
Feløg, sum leiga íbúðir, kunnu ikki kappast við privatpersónar, sum fáa 150.000 kr. í leiguinntøku skattafrítt, sigur Gordon Rajani, stjóri í Mark
 
21.11.2018 - 08:03

Privatir og vinnuligir útleigarar eiga at verða á jøvnum føti. 

Tí eigur skattafría markið upp á 150.000 krónur fyri langtíðarleigu eisini at verða galdandi fyri partafelag, og ikki bara privatpersónar.

Tað sigur Gordon Rajani, stjóri í Mark, sum hevur bygt íbúðir við Marknagilsvegin í Havn.

Avleiðingin av uppskotinum hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, er, at vinnuligir útleigarar skulu kappast við privatar útleigarar, sum ikki rinda skatt.

Mark og onnur feløg kappast við kjallaraíbúðir og líknandi leigumál, og feløg, sum leiga íbúðir, kunnu ikki kappast við privatpersónar, sum fáa 150.000 kr. í leiguinntøku skattafrítt.

Er endamálið at fáa fleiri langtíðarleiguíbúðir, er einfalda loysnin at javnseta allar útleigarar, bæði privatar og vinnuligar, sigur Gordon Rajani.

Hann sigur, at verður uppskotið samtykt óbroytt, noyðist Mark at steðga verkætlanum, sum eru á veg, tí íløgurnar eru gjørdar undir skeivum fortreytum. 

Kristina Háfoss sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at endamálið er at gera tað skattafrítt hjá smærri útleigarum at leiga út.

Markið upp á 150.000 krónur er ásett, so tað ikki skal verða skattafrítt hjá stórum vinnuligum útleigarum at leiga út, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum.

Hugsað verður serliga um at stimbra hugin at leiga kømur út, kjallarar ella tóm hús. 

Løgtingið viðgjørdi uppskotið hjá Kristinu Háfoss seinnapartin, og málið er nú farið í fíggjarnevndina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672