Glasir: Øll undirvísing avlýst

Glasir: Øll undirvísing avlýst
Skúlin er ísakaldur, og tí er undirvísingin í dag avlýst
Tað er ísakalt. Hitaskipanin virkar ikki
Mynd: savnsmynd  
 
03.12.2018 - 09:52

Skúlagongdin á Glasi er avlýst í dag.

Grundin er, at hitaskipanin á skúlanum virkar ikki, sigur Bogi Bech Jensen, rektari.

- Hitaskipanin var uppi at koyra aftur í gjár, men so datt stýringin út í nátt, og bygningurin er ikki blivin heitur aftur, sigur Bogi Bech Jensen, sum tíðliga í morgun tók avgerð um at senda næmingar og lærarar heim. 

Tað er ikki í øllum stovum, at kuldin er ein trupulleiki, men heldur enn at avlýsa ávísar tímar í ávísum hølum, valdi rektarin at binda um heilan fingur og avlýsa alla skúlagongd. 

Sambært Boga Bech Jensen riggar hitaskipanin aftur, og tí verður skúlagongd aftur í morgin. 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. juli
Morgunlestur leygardagur 12.juli 2025
194084
Fríggjadag 11. juli
Praktikanturin: Erika Hentze Niclasen
194337
Fríggjadag 11. juli
Radio Stjernekilde II - part 5
194323
Fríggjadag 11. juli
RagnarRokk: Oskar Holldorff um Shards
194118
Nýggjastu sendingar í SV