Atkvøða um gamalt uppskot skal aftur úr nevnd

Atkvøða um gamalt uppskot skal aftur úr nevnd
Uppskotið kom í tingið 25.september, og Rættarnevndin hevur havt tað síðani 23.oktober. Nevndin hevur ikki biðið um longda freist at skriva álit
Uppskot um bíligari streym til elbilar verður kanska atkvøtt úr nevnd í dag.
 
05.12.2018 - 09:04

Løgtingið skal á fundinum í dag atkvøða um uppskotið hjá Paula Trond Petersen í Tjóðveldi um at fáa uppskotið hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um bíligari streymprísir til hitapumpur og el-bilar atkvøtt úr Rættarnevndini, hóast nevndin ikki hevur skrivað álit um uppskotið.

Slíkt ber til sambært tingskipanini.

Hon sigur, at er álit ikki lagt fram innan frestina, sum er ein mánaður, er tingfólki heimilað skrivliga at krevja, at formaðurin setir spurningin til atkvøðugreiðslu, um tingviðgerðin skal halda fram, hóast einki álit er latið.

Sirið Stenberg legði fram uppskotið 25.september, og Rættarnevndin hevur havt tað síðani 23.oktober. Nevndin hevur ikki biðið um longda freist at skriva álit.   

Men málið verður verandi í Rættarnevndini, tí løgtingið feldi uppskotið um at taka málið úr nevndini. Uppskotið fekk 9 atkvøður fyri og 16 móti.

Annars er munnligir fyrispurningar og framløga á skránni hjá tinginum í dag. 

Tingfundurin byrjar kl.10.00. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481