CO2-útlátið setir keðiligt met

CO2-útlátið setir keðiligt met
2018 endar við størsta vøkstri í alheimsútlátinum av CO2 í fleiri ár.
 
06.12.2018 - 15:45

Vøksturin í heiminum setur álvarsliga ferð á CO2-útlátið.

2018 endar við størsta vøkstri í alheimsútlátinum av CO2 í fleiri ár. Og árið vísir sostatt eina gongd, sum er beinleiðis burtur frá veðurlagsmálunum í Paris-avtaluni.

Orkutørvurin er størri, enn átøkini at minka um tey

Tað staðfesta 76 granskarar úr 15 londum í umfatandi greining, Global Carbon Budget 2018. 

Greiningin varð almannakunngjørd í gjárkvøldið, samstundis sum umboð fyri stjórnir í øllum heiminum á COP24-fundinum í Katowice í Póllandi samráðast um, hvussu veðurlagsátøk skulu skipast, skrivar danska blaðið, Informatión.

- Vøksturin í orkutørvinum í heiminum er størri enn átøkini fyri at minka um CO2-útlátið, ávarar leiðarin í granskingarbólkinum, Corinne le Quéré. Hon er stjóri fyri bretsku kanningar-miðstøðina fyri veðurlagsbroytingar, Tyndall Centre for Climate Change Research.

Eitt álvarsligt afturstig

Niðurstøðan í greingingini er álvarsligt afturstig fyri altjóða átøkini í sambandi við veðurlagsbroytingar. 

Frá 2014 til 2016 tyktist tað sum, at heimurin umsíður var um at knekka CO2-strikumyndini fyri árligt útlát á umleið null.

Men í fjør vuksu virðini aftur við 1,6 prosenti, og í nýggju greiningini spáa granskararnir, at alheims CO2-vøksturin fyri 2018 verður 2,7 prosent, og tað verður frá orkuøkinum og ídnaðinum.

Hesin vøkstur merkir, at útlátið í ár verður tað størsta, síðani byrjað varð at máta CO2-útlátið.

Longri vekk frá málunum í París-avtaluni

- Tað er púra greitt, at heimurin fyribils ikki heldur sínar skyldur at halda kósina, sum sett er fyri at náa málini í Paris-avtaluni frá 2015, sigur Glen Peters, stjóri fyri norsku granskingarmiðstøðini, Cicero, og sum eisini er limur í granskingarbólkinum.

Seinasta frágreiðingin frá ST-veðurlagsbókinum, IPCC, staðfesti, at CO2-útlátið skal minka niður í helvt í 2030, um vit framvegis skulu gera okkum vónir um at bremsa upphitingini til 1,5 stig. 

Tað merkir, at útlátið átti nú at verið minkað við fimm prosentum ella meira hvørt ár . Men ístaðin hækkar tað í løtuni umleið 2,7 prosent, skrivar Ritzau. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537