- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eik-málið í rættinum aftur
Marner Jacobsen vísti í gjár aftur, at hann hevði ein leiklut, sum tann sterki maðurin, sum trumlaði alt í gjøgnum, sum hann vildi hava í gjøgnum sum forstjóri í gamla Eik.
- Vit kenna frá fleiri av teimum donsku bankunum, sum hava verið gjøgnum somu myllu, at har hevur verið ein sterkur maður, sum hevur koyrt sítt ígøgnum óansæð hvat. Heldur tú, at tú er ein sovorðin? Soleiðis spurdi sakførarin hjá Marneri Jacobsen, Søren Lundsgaard.
Ónøgd nevnd
Seinnapartin í gjár var forstjórin í gamla Eik avhoyrdur, og hann vísti millum annað aftur, at nevndin í bankanum var ónøgd við stjórnina, tí hon ikki fyrireikaði málini nóg væl, sum annars er eitt uppáhald hjá Fíggjarligum Støðufesti.
Við støði í fundarfrásøgnum frá nevndarfundum metir Fíggjarligt Støðufesti tað vera greitt, at nevndin er ónøgd við leiðsluna í bankanum, millum annað tí roknskapir mangla, og tí fleiri nevndarlimir siga seg vera ófyrireikaðar til at taka avgerð í málum.
Odd Bjellvåg, sum var næstformaður skal í eini fundarfrágreiðing hava sagt, at hann kennir eitt trýst á sær at viðgerða mál um lán, og spyr um tað er neyðugt at viðgera eitt aktuelt mál beinanvegin. Harfturat skal Odd Bjellbág hava sagt, at hann heldur okkurt er galið, tá listin av málum, sum skulu hyggjast ígjøgnum umaftur, er longur enn listin við málum, sum enn ikki eru viðgjørd.
Starvsfólkaumboðið Tormund Joensen, viðmerkir somuleiðis, at tað ikki er nógv tíð til at seta seg inn í málini, og Mathea Hilduberg eftirlýsir, at skrivlig tilmæli verða løgd við í onkrum einstøkum máli.
Einki trýst á nevndini
Men Marner Jacobsen vísti aftur, at nevndin skuldi vera ónøgd, og at stjórnin ikki var nóg væl fyrireikað til fundirnar.
Einki trýst var á nevndini at viðgerða mál her og nú, og fundarfrásøgnirnar bera brá av eini aktivari og vælvirkandi nevnd, sum hevur rúm fyri at kjakast og siga sína hugsan. Tað, at fundarfrágreiðinganar endurgeva nógvar ymiskar meiningar, er bert eitt tekin um hetta, segði Marner Jacobsen millum annað.
Og nei, hann var ikki hesin eini sterki maðurin í felagnum, svaraði hann upp á spurningin hjá Søren Lundsgaard, sakførara.
Fíggjareftirlitið tvífaldaði brádliga kravið
Marner Jacobsen greiddi frá, hvussu Fíggjareftirlitið skifti ham í august í 2010.
- Brádliga var alt galið, og tað var sum um, at Fíggjareftirlitið hevði gjørt av, at bankin skuldi steingja, segði hann millum annað.
Hann greiddi frá, at Fíggjareftirlitið brádliga tvífaldaði kravið um niðurskrivingar, og harafturat fekk bankin onga tíð at skaffa peningin.
Stutt áðrenn høvdu fólk frá Fíggjareftirlitinum verið og mett um niðurskrivingarnar, og tað var enn innan fyri tað, sum bankin kláraði. Men so broyttist okkurt í atburðinum hjá Fíggjareftirlitinum, og tað komu boð frá ovastu rók um at tvífalda niðurskrivingarnar. Hetta var, tí fyrrverandi stjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, hevði tippað Fígjareftirlitið um, at okkurt var galið við Eik, segði Marner Jacobsen undir avhoyringini.
Manglaðu 200 milliónir
Sakførarin hjá Marneri Jacobsen legði somueiðis dent á, at tað einans hevði kostað danska statinum 200 milliónir at latið føroyska móðurfelagið liva.
Eitt skjal frá danska fíggjarmálráðnum vísir, at donsku myndugleikarnir mettu tapið við at lata báðar bankar fara á heysin at vera 800 milliónir, meðan tað hevði kostað statinum eina milliard, um man sá burtur frá veðhaldinum hjá føroyska móðurfelagnum yvirfyri danska Eik og lat føroyska bankan yvirliva.
Danski bankin hevði eitt undirskoft upp á 719 milliónir, men føroyska móðurfelagið átti 520 milliónir í eginpeningi. Trupulleikin var, at føroyski bankin hevði bundið seg til at veðhalda fyri danska bankan, og so restaðu 200 milliónir í hjá føroyska bankanum. Tað vil siga, at bankin skuldi hava 200 milliónir í statsstuðuli.
Skuldi Móðurfelagið verða fevnt av bankapakka eitt, mátti hann koyrast á húsagang áðrenn 1. oktober 2010, tá skipanin fór úr gildi. Og so var.
Fyri rættin komandi tíðina
Tilsamans tríggir dagar eru settir av til avhoyringar av Marneri Jacobsen.
Í næstu viku skal stjórin í Fíggjarligum Støðufesti, Henrik Bjerre-Nielsen, avhoyrast, umframt hinir stevndu í málinum, Frithleif Olsen, fyrrverandi nevndarformaður í EIK, Odd Bjellvåg, fyrrverandi nevndarformaður, og Bjarni Olsen, fyrrverandi stjóri í EIK banka.