Støðan hjá kundunum batnaði í triðja ársfjórðingi

Støðan hjá kundunum batnaði í triðja ársfjórðingi
Orsøkin er rentulækkingar, men peningastovnarnir vænta ikki, at rentan lækkar meira í ár
Peningastovnarnir siga, at geopolitiska støðan í heiminum skapar óvissu.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.11.2025 - 08:23

Føroysku peningastovnarnir siga, at fíggjarliga støðan bæði hjá vinnukundunum og privatkundunum batnaði í triðja ársfjórðingi.

Orsøkin er rentulækkingar, siga teir.

Men peningastovnarnir vænta ikki, at fíggjarstøðan batnar uppaftur meira í fjórða ársfjórðingi.

Teir vænta ikki, at rentan lækkar í fjórða ársfjórðingi.  

Tað sigur Landsbankin, sum ger útlánskanning fyri hvønn ársfjórðing.

 

Støðan í heiminum skapar óvissu

Peningastovnarnir siga, at geopolitiska støðan í heiminum skapar óvissu.

Men hetta hevur ikki havt nevniverda ávirkan á vinnukundarnar, siga peningastovnarnir.

Peningastovnarnir siga, at í triðja ársfjórðingi fingu húsarhaldini reallønarhækking.

Onkur peningastovnur heldur, at øktu matvøruprísirnir viga upp í móti rentulækkingunum.

Fíggjarstøðan hjá húsarhaldunum er tí ikki betrað nevnivert.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541