Oljuprísurin støðugur

Oljuprísurin støðugur
Líkt er til, at oljuprísurin hevur funnið eitt støði at liggja á, sigur altjóða orkustovnurin, IEA, í síni frágreiðing fyri november.
 
14.12.2018 - 11:45

Prísurin á olju úr Norðsjónum liggur nú um 60 dollarar fyri tunnuna. Tað er ein triðingur minni enn seinast í oktober, tá prísurin kom upp á 86 dollarar fyri tunnuna, sum var tað mesta í fýra ár.

Og líkt er til, at oljuprísurin hevur funnið eitt støði at liggja á, sigur altjóða orkustovnurin, IEA, í síni frágreiðing fyri november.

Annars samdust londini í OPEC og Russland um at skerja søluna av olju við 1,5 milliónum tunnum um dagin í 2019.

IEA vísir á, at Saudiarabia, Russland og USA standa fyri størstu oljusøluni - umleið 40 prosentum av samlaðu søluni.

Russland og Saudiarabia eru enn samd um avgerðina, men orkustovnurin vísir á, at londini neyvan kunnu skerja søluna meir, tí tað hevur munandi minni inntøkur við sær.

USA nýtir nógv mest olju, men har er eitt stórt ynski um lægri prís. USA selur alsamt meir olju, og fyri fyrstu ferð í 27 ár hevði landið meir olju, enn landið nýtir.

IEA vísir á, at oljan, sum USA ikki longur keypir, skal til aðrar marknaðir, og tað fer at leggja trýst á prísin.

Altjóða Orkustovnurin sigur seg rokna við, at eftirspurningurin eftir olju fer at vaksa í 2019 - upp í umleið 100 milliónir tunnur um dagin.

OPEC-londini seldu góðar 33 milliónir tunnur av olju um  dagin í november. Onnur lond seldu góðar 60 milliónir tunnur.

Hvussu gongdin verður í 2019, sigur IEA seg ikki kunna siga, tí neyðugt er at bíða eftir næsta fundinum hjá OPEC, sum verður í apríl. Til ta tíð, væntar orkustovnurin ikki stórvegis broytingar, uttan so at okkurt óvanligt hendir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776