Bambi-dómur

Bambi-dómur
Ein snigskjútti í amerikanska statinum, Missouri, er dømdur eitt árs fongsul fyri í fleiri førum at hava skotið hundraðtals hjørtir ólógliga
 
18.12.2018 - 09:31

Tað skrivar The Washington Post.

Hjørtirnir vórðu skotnir til minnis, teir vórðu skotnir ólógliga og oftast um náttina. Maðurin tók bara høvdið á hjørtunum við sær heim, segði Don Totter, umboð fyri ákæruvaldið í Lawrence County. 

Eykadómur

Maðurin er dømdur fongsulsrevsing, missir veiðiloyvið og fær bót.

Men 29 ára gamli maðurin fær eisini eyka-revsing. Hann skal hyggja eftir teknifilminum hjá Walt Disney, Bambi, í minsta lagi eina ferð um mánaðin. 

Fyrsta filmssýningin í fongslinum verður longu nú í hesi vikuni, - tí ásett er í dóminum, at tað skal verða fyri jólaaftan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120