Sáttmáli gjørdur um at projektera langhylin í Havn

Sáttmáli gjørdur um at projektera langhylin í Havn
Væntandi verður langhylurin liðugur í 2022
Langhylurin og umstøður til vælveru verða bygd upp í verandi svimjihøll.
 
20.12.2018 - 08:59

Nú verður farið undir at projektera langhylin í Havn.

Ráðgevarasáttmáli varð undirskrivaður í gjár.

Ráðgevi og arkitektur eru Selmar Nielsen Arkitektar. 

Væntandi verður langhylurin liðugur í 2022.

23.apríl í 2015 samtykti Tórshavnar býráð at fara undir at gera byggiskrá fyri langhyl við verandi svimjihøll, sum varð liðug í 1982. 

Hugskotskapping

16.juni í 2016 samtykti eitt einmælt býráð at taka undir við byggiskránni, sum bygginevndin gjørdi. 

Selmar Nielsen Arkitektar vunnu hugskotskappingina um hylin. 

Tórshavnar býráð samtykti so 13.desember í ár at gera sáttmála um projektering við Sp/f SNA. 

Langhylurin í Havn verður 25 metrar breiður og 50 metrar langur.

Í mai 2016 varð arbeiðið mett at kosta 80 mió. kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040