Feløg í fiskivinnuni gera vindeygu og hurðar

Feløg í fiskivinnuni gera vindeygu og hurðar
Tað skeiklar ikki kappingina í Føroyum, at Aluplast og H-dygd nú hava sama eigara, halda Kappingareftirlitið og vinnan.
Varðin eigur í tveimum virkjum, sum gera vindeygu og hurðar.
 
27.12.2018 - 11:56

Tað skeiklar ikki kappingina í Føroyum, at Aluplast og H-dygd nú hava sama eigara.

Tað heldur Kappingareftirlitið, sum hevur góðkent, at eitt felag, partafelagið 01.11.2018, hjá Framherja, Varðanum og Kimbli keypir allan partapeningin í H-Dygd frá P/F Tváttá. 

Kappingareftirlitið sigur, at vinnan er heldur ikki í móti keypinum.

Feløg í fiskivinnununi eiga nú tvey virki í Føroyum, sum gera vindeygu og hurðar.

Eiga eisini Aluplast

Framherji og Varðin eiga frammanundan Aluplast.

H-dygd byrjaði í 1968.

Hóast eigaraskiftið heldur virksemið í Vatnsoyrum og Miðvági fram.

Ongar stórvegis broytingar vera í felagnum og starvsfólkini halda fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327