Flest fólk í Norðstreymoy arbeiða

Flest fólk í Norðstreymoy arbeiða
Fleiri fólk í Norðstreymoy hava eitt arbeiði at fara upp til enn í Sandoynni og Suðuroynni, vísa nýggj hagtøl
Býrt tú í Norðstreymoy eru sannlíkindini fyri, at tú arbeiðir væl størri, enn um tú býrt í Sandoynni og Suðuroynni
 
23.01.2019 - 08:02

Býrt tú í Norðstreymoy eru sannlíkindini fyri, at tú arbeiðirvæl størri, enn um tú býrt Suðuroynni. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya, sum hevur hugt nærri at vinnutýttleikanum í ymisku økjunum í Føroyum.

Sí øll tølini niðanfyri

Sambært tølunum hjá Hagstovuni, arbeiða lutfalsliga flest fólk í Norðstreymoy, har arbeiða 87,8 prosent av fólkunum. Síðani koma Eysturoy og Suðurstreymoy - har hava 87,6 prosent eitt arbeiði.

Ringast stendur hinvegin til í Sandoynni og Suðuroynni. Har hava ávikavist 81,7 og 79,3 prosent av fólkunum eitt arbeiði at fara upp til, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni yvir arbeiðsfjøldina í Føroyum.

Samvirkin talva: Klikka á ávikavist [Bæði kyn], [Mannfólk] og [Konufólk] í grafikkinum fyri útgreinað hagtøl.
 

Kelda: Hagstova Føroya

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162