Tveir føroyingar eru 103 ára gamlir

Tveir føroyingar eru 103 ára gamlir
Tað vísir yvirlit frá Hagstovu Føroya
Jensina Andrésdóttir er elsta fólk í Íslandi, hon er 109 ára gomul
Mynd: RÚV  
 
26.01.2019 - 17:24

Nýggjastu hagtølini í Føroyum eru frá 1. desember í fjør, og sambært teimum er elsta fólkið í Føroyum 103 ára gamal. 

Og tað eru tvær kvinnur, sum eru 103 ára gamlar.

Eingin føroyingur er 102 ára gamal, tvær kvinnur og ein maður eru 101 ára gomul, og fýra kvinnur og ein maður eru 100 ára gomul, vísa hagtøl frá Hagstovu Føroya.

Ein íslendingur

Elsta fólk í Íslandi er nú Jensina Adrésadóttir á Hrafnistu í Reykjavík. Hon er 109 ára gomul.

Hon er eisini ein av fýra íslendingum, sum hava nátt so høgum aldri, sum 109 ár.

Jensina er fødd 10. november 1909 á Vestfirðum, og var tólvta av fimtan sytskjum.

Yvirlit yvir elstu fólk í heiminum

Elsta fólk í heiminum er í løtuni Kane Tanaka í Japan, og er fødd 2. januar í 1903, og er sostatt 116 ára gomul. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558