Kina verjir Huawei

Kina verjir Huawei
Kinesiski sendiharrin kallar álopini á kinesiska telefyritøkuna, Huawei, fyri diskriminatión
 
28.01.2019 - 15:53

Álopini sum seinastu tíðina hava verið ímóti kinesiska telefelagnum, Huawei, og øðrum kinesiskum fyritøkum, er bakbit og diskriminatión.

Tað sigur ES sendiharrin hjá Kina, Zhang Ming, við blaðið, Financial Timesa.

- At nógv lond vilja hava Huawei burtur frá at menna 5G-netið í fleiri londum, kann fáa álvarsligar fylgjur fyri búskaparliga og tekniska samstarvið í heiminum, sigur hann.

Í fleiri londum er ivi sáddur um Huawei, serliga eftir at myndugleikarnir í Kina broyttu viðurskiftini í 2017, so fyritøkur kunnu fáa boð um at reka fregnartænastuvirksemi fyri stjórnina.

Fleiri lond hava longu gjørt av, at Huawei ikki sleppur upp í part, nú 5G-netið skal mennast.

M.a. hevur bretska Vodafone, biðið um steðg í samráðingunum við Huawei um 5G netið í Bretlandi, meðan fleiri viðurskifti verða kannað. Stjórin í fyritøkuni, Nick Read, sigur, at Vodafone framvegs ynskir at keypa útgerð frá Huawei, men at ivi er sáddur um, hvørt tað er rætt at lata Huawei sleppa framat sjálvum heilanum í kervinum, og tí er steðgur í samráðingunum ímillum partarnar.

Vodafone ger íløgur fyri 7,5 milliardir evrur um árið, og nýtir útgerð frá Huawei í nøkrum førum, m.a. í Spania.

Australia og Ný Sæland hava boðað frá, at Huawei ikki sleppur at útbyggja 5G-netið í londunum, og USA hevur sett almennum myndugleikum forboð fyri at handla við Huawei og kinesiska kappingarfelagan hjá Huawei, ZTE.

5G-netið, sum tosað verður so nógv um, er ein yvirbygningur á 4G-netið, og er so framkomið, at tað m.a. skal nýtast til, at bilar koyra uttan førara, og at stórt sæð øll teknisk útgerð kring heimin skal virka, uttan at brotið verður av.

Tað er júst tað, sum myndugleikarnir í nógvum londum eru í iva um, tí tey meta ikki at trygdin er nóg góð, og eisini verður mett, at kinesisku myndugleikarnir kunnu nýta framkomnu útgerðina til njósning.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. februar
Upp á tá - 270226
204967
Leygardag 28. februar
Jambalaja - 280226
204966
Leygardag 28. februar
Vikan 28. februar 2026
204961
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204954
Fríggjadag 27. februar
Veðrið
204947
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204916
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735