Happing í fólkaskúlanum kannað

Happing í fólkaskúlanum kannað
Happing í fólkaskúlanum er kannað fyri triðju ferð. Mentamálaráðið gjørdi kanningina. Greining og frágreiðing verða nú gjørdar
Í 2015 vísti ein kanning, at 13 prosent av fólkaskúlanæmingum verða happað.
 
05.02.2019 - 11:49

Happing í fólkaskúlanum er kannað fyri triðju ferð. Mentamálaráðið gjørdi kanningina.

Kanningin er gjørd, og greining og frágreiðing verða gjørdar í løtuni. 

Tær ger Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum. Eftir ætlan verða úrslitini løgd fram um mánaðarskiftið apríl/mai, skrivar Skúlablaðið.

Hvørji átøk verða skipað í sambandi við kanningina er ikki avgjørt enn.

Fylgibólkur

Fylgibólkur fylgir arbeiðinum og verður við til at mæla til átøk. 

Í fylgibólkinum eru umboð fyri Nám, Sernám, Undirvísingarstýrið, Mentamálaráðið, Heim- og skúla, Skúlaleiðarafelagið, AKT-lærararfelagið, Lærararafelagið og Kommunufelagið.

Kanningin fevnir um tríggjar árgangir í fólkaskúlanum, fimtu, sjeyndu og níggjunda flokkarnar.

Endamálið við kanningini er at lýsa, um happing er økt ella minkað í fólkaskúlanum síðan 2015, tá seinasta kanningin varð gjørd.

Tann kanningin vísti, at 13 prosent verða happað og 16 prosent happa. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672