Bíða eftir Yvirfriðingarnevndini

Bíða eftir Yvirfriðingarnevndini
Tá Yvirfriðingarnevndin hevur givið loyvi, verður farið undir at gera berghol til Dals
 
13.02.2019 - 12:42

Friðingarnevndin í Sandoyar sýslu hevur góðkent verkætlanina við smáum broytingum. Arbeiðið er klárt at byrja, men byrjað verður ikki, fyrr enn øll loyvi eru fingin, sigur Fríðrik Heinesen, verkætlanarleiðari.

Bergholið til Dals verður 2.200 metrar langt og átta metrar breitt. Níggju milliónir krónur eru í fíggjarlógini fyri 2019. Tað er helst nóg mikið í ár til at byrja arbeiðið, heldur Fríðrik Heinesen.

Men skal bergholið verða liðugt um fýra ár krevjast 20 milliónir krónur um árið. Fæst tann játtanin, varar arbeiðið í fýra ár og kostar 75 til 85 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334