Skipanaruppskot er á veg

Skipanaruppskot er á veg
Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum viðger ikki nýggja barnaheimið fyrr enn hon fær skipanarauppskotið
Barnaheimið skal byggjast her í Hoyvík
 
18.02.2019 - 12:41

Fyri 85 milliónir krónur fæst eitt barnaheim í Hoyvík. Tað sigur leiðarin á byggideildini hjá Landsverki, Jón O. Sólsker. Og skipanaruppskotið um barnaheimið er á veg.

Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum bíðar eftir skipanaruppskotinum, sum er næsta stigið eftir byggiskránna. Byggiskráin varð latin Løgtinginum saman við lógaruppskotinum 20. september í fjør.

Bárður Nielsen, formaður í Fíggjarnevndini, sigur, at einki skipanaruppskot er komið, hóast bæði Landsgrannskoðanin og fíggjarnevndin eru samd um, at skipanaruppskot skal verða gjørt, áðrenn uppskot verða latin Løgtinginum.

 >> SÍ EISINI Ætlanin at byggja nýtt barnaheim komin í drag

Tað verður gjørt í framtíðini, sigur Jón O. Sólsker. Annars fekk Fíggjarnevndin fyri stuttum at vita, at barnaheimið verður 20 milliónir krónur dýrari enn fyrst varð mett. Tað fer at kosta 85 milliónir kr., og ikki 65 milliónir.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, sigur, at sambært Landsverki er orsøkin til hækkingina fyrst og fremst, at fermetraprísurin er hækkaður, at talið á neyðugum fermetrum er vaksið, og prísurin fyri lendið, sum skal keypast frá Tórshavnar kommunu, er eisini hækkaður.

Tórshavnar kommuna selur lendið í Hoyvík fyri 156 krónur fermeturin, sum er prísurin, kommunan selur slíkt lendi fyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329