Realurin fær stuðul frá vinnuni

Realurin fær stuðul frá vinnuni
Vinnan hevur ikki brúk fyri nýggjari skipan um útflutningsfíggingartrygd
Lógin um Realin skal dagførast. Ivi er um ásetingina um útflutningsfíggingartrygd
 
21.02.2019 - 13:16

Stjórin í Realinum, Leivur Michelsen, fær stuðul frá feløgunum í Vinnuhúsinum, tá hann sigur, at Realurin hevur ongar royndir í at fíggja fisk, sum verður útfluttur, og, at hann heldur ikki veit, hvør vil hava Realin at gera tað. 

Sambært lógarbroyting skal Realurin hava eina heilt nýggja uppgávu, sum eitur útflutningsfíggingartrygd.

Leivur Michelsen segði við Útvarpið herfyri, at hann ivast í, um Realurin hevur fíggjarliga orku til hesa fígging. 

Føroya arbeiðsgevarafelag sigur í hoyringarsvari, at tað hevur tosað við vinnuna.

Eingin tørvur

Vinnan sigur seg ikki hava brúk fyri nýggjari skipan um útflutningsfíggingartrygd.

Hetta eigur ikki at vera kjarnuvirksemi hjá einum realkredittstovni, sigur arbeiðsgevarafelagið.

Felagið sigur seg ivast í, um Realurin hevur fíggjarliga orku at lyfta hesa uppgávu, sum krevur stóra orku til at váðameta altjóða keyparar.

Eftir at hava tosað við viðkomandi feløg í Vinnuhúsinum sigur Føroya arbeiðsgevarafelag, at yvirskipað taka tey undir við uppskotinum, sum ivaleyst er ein tiltrongd dagføring.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576