Hestur skipaður í byggisamtykt

Hestur skipaður í byggisamtykt
Eitt uppskot um byggisamtykt er gjørt fyri Hest. Tað verður lagt fyri býráðið í Havn í kvøld
Hestur fær nú eina byggisamtykt
 
28.02.2019 - 07:43

Tekniski stjórin, býararkitekturin og Byggi- og býarskipanarnevndin hjá býráðnum mæla til, at uppskotið verður samtykt.

Sambært lógini um býarskipanir og byggisamtyktir skulu kommunur í seinasta lagi 31. desember 2010 hava sent landstýrinum byggisamtykt til góðkenningar fyri allar bygdir í kommununi. 

Eingin byggisamtykt er í Hesti, og tí er uppskot nú gjørt um hana. Av tí, at eingin byggisamtykt er í Hesti, ber ikki til at avgreiða byggimál og matrikkulmál í Hesti. 

Tórshavnar kommuna fær umsóknir um at keypa grundstykki í Hesti. Men tað ber ikki til at avgreiða hesar umsóknir, tí eingin byggisamtykt er.

Seks øki

Uppskotið um byggisamtykt skipar bygdina í Hesti í seks øki, sum eita bústaðarøki, havnarøki, almennir stovnar og mentan, neyst og bátpláss, frítíðarhús og summarhús og landbúnaður og alment frílendi. 

Nýggja bústaðarøkið er norðan fyri bygdina, millum verandi sethús og kirkjugarðin. Beint sunnan fyri bygdina er eitt grundøki, sum er 3.300 fermetrar. Tað eigur Tórshavnar kommuna. 

Har verða summarhúsini. Stykkini verða 250 fermetrar. Samtykkir býráðíð í kvøld uppskotið um byggisamtykt fyri Hest, verður tað lagt til almenna hoyring í mars. Hoyringin er í seks vikur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558