Børn verða kunnað um síni rættindi

Børn verða kunnað um síni rættindi
Í morgin og týsdagin verður skipað fyri Barnarættindadøgum fyri næmingum í 7. Flokki
 
10.03.2019 - 17:00

Mánadagin og týsdagin hittast skúlanæmingar í 7. flokki at fáa meira kunning um ST-barnarættindasáttmálan.

Hetta verður á árligu barnarættindadøgunum, sum verða hildnir í Norðurlandahúsinum.

Á døgunum fáa næmingarnir kunning um ST-barnarættindasáttmálan, og hvat hesin sáttmálin merkir.

Í sambandi við tiltakið fara eitt nú Barnabati, Sinnisbati og Blái Krossur at hava framløgur. Harafturat er eisini tónleikur og annað undirhald á skránni.

Hetta er fjórða árið á rað, at Norðurlandahúsið skipar fyri Barnarættindadøgum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558