Dýrt at flyta bergholið

Dýrt at flyta bergholið
Tað verður millum 80 og 140 milliónir krónur dýrari at gera bergholið til Hvalba, um tað verður gjørt, sum nøkur fólk í Hvalba vilja
Nýtt berghol skal gerast til Hvalba fyri tað gamla frá trýssunum
 
11.03.2019 - 10:41

Tí bergholið verður tá 1,6 km. longri enn tað, sum nu er ætlanin at gera. Og bergholið verður 700.000 kr. dýrari um árið at reka og halda viðlíka.

Tað kom m.a. annað fram á kunnandi fundinum hjá Landsverki, sum var í Salti á Drelnesi sunnudagin. Heðin Mortensen, landsstýrismaður, hevur tó lovað at kanna nýggja uppskotið um linjuføring. 

Sambært nýggja uppskotinum slepst betur undan vindi og kava, tí bergholið verður lægri í lendinum, og bergholið verður eisini betur framtíðatryggjað, siga tey, sum standa fyri uppskotinum. 

Berghol og vetrarhald

Kjak var eisini á fundinum  um berghol og vetrarhald á vegunum. Upplýst varð, at Hovstunnilin brúkar 500.000 krónur um árið til streym. Tað er 200 krónur fyri meturin.

Vetrarhaldið, so sum kavarudding, í Suðuroynni kostar okkurt um 800.000 krónur um árið, ella 10 krónur fyri meturin. Nýggja bergholið til Hvalba verður 2,5 kilometrar langt, 100 metrar longri enn Hovstunnilin.

Vegurin í tí verður sjey metrar breiður. Harafturat skulu gerast vegir, 2,3 kilometrar í Hvalba og 900 metrar í Trongisvági. Játtanin til bergholið er 272 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mikudag 18. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (2:5)
204303
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343