Eftir 14 mánaðir: Gevst sum sjúkrahússtjóri

Eftir 14 mánaðir: Gevst sum sjúkrahússtjóri
Jóanis Erik Køtlum, ið tók við starvinum sum forstjóri fyri Sjúkrahúsverk Føroya 1. januar í 2018, gevst longu í starvinum
Jóanis Erik Køtlum gevst í starvinum sum stjóri á Landssjúkrahúsinum og forstjóri fyri Sjúkrahúsverk Føroya eftir bara 14 mánaðum
Mynd: Samansettar myndir/kvf.fo  
 
12.03.2019 - 09:25

Jóanis Erik Køtlum hevur valt at siga seg úr starvinum sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum og forstjóri fyri Sjúkrahúsverk Føroya, skrivar Heilsu- og Innlendismálaráðið á heimasíðuni.

Jóanis Erik Køtlum ynskir at verða loystur úr starvinum sum skjótast. Heilsu- og innlendismálaráðið hevur játtað at ganga umbønini á møti, og tí gevst hann longu í starvinum í dag.

Allir tríggir sjúkrahússtjórarnir sagt upp

Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, hevur heitt á Margit Stórá, varastjóra, um fyribils at taka við starvinum sum virkandi sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum og forstjóri fyri Sjúkrahúsverk Føroya

Sjúkrahússtjórarnir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Heri Ellingsgaard, og stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi, Ronnie Midjord, hava eisini sagt upp, og teir gevast í summar.

Tí verður í næstum farið undir at lýsa eftir nýggjum leiðslutoymi til ovastu leiðsluna í Sjúkrahúsverki Føroya, stendur í tíðindaskrivinum frá ráðnum í morgun.

Dagført 10:35: Tað er ikki eydnast okkum enn at fáa viðmerkingar til málið um, hví Jóanis Erik Køtlum hevur sagt seg úr starvinum.

20171130_NYGGJUR_SJUKRAHUSSTJORI_SETTUR

Video: Køtlum skal standa á odda fyri sjúkrahúsverkinum

Sjónvarpið tosaði í november 2017 við Jóanis Erik Køtlum, tá hann júst var settur í starv sum stjóri á Landssjúkrahúsinum og forstjóri fyri Sjúkrahúsverk Føroya. Sí samrøðuna omanfyri her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522