Alment samstarv um skúlanoktan á veg

Alment samstarv um skúlanoktan á veg
Eitt samstarv millum Psykiatriska depilin, Almannaverkið og Sernám um børn, sum nokta ella ikki kunna fara í skúla, er í umbúna
Sernám fær nógvar umsóknr um børn, sum ikki fara í skúla
 
13.03.2019 - 07:59

Tað sigur Hanna Jensen, landsstýriskvinna, sum hevur svarað spurningnum frá Jónleifi Johannesen, løgtingsmanni, um fyribrigdið skúlanoktan.

Børn eru, sum ikki brúka fólkaskúlan ella frískúlar. Hagtølini siga, at í 2016 játtaði Sernám 44 umsóknum um heimaundirvísing ella sjúkraundirvísing.

Níggju umsóknir vóru aftirvendandi. Í 2017 vóru 51 umsóknir játtaðar, átta afturvendandi, og í fjør vórðu 35 umsóknir játtaðar, fimm vórðu afturvendandi.

Eingin gransking

Hanna Jensen sigur, at eingin gransking er gjørd í Føroyum um skúlanoktan. Men nøkur tvørfaklig og tvørgeiralig átøk eru.

Landsstýriskvinnan nevnir Lopfjølina í Tórshavnar kommunu. Hon er samstarv millum kommununa, Sernám og skúlaverkið. Henda verkætlan verður eftirmett í løtuni. 

Eftirmetingin verður brúkt til at meta um, hvørji neyðug stig eiga at verða tikin fyri at skúlanoktanin minkar. Barnaverndirnar eru eisini við, tá talan er um skúlanoktan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Fríggjadag 5. juni
Morgunlestur fríggjadagur 5.juni 2026
208844
Hósdag 4. juni
RagnarRokk 4.juni 2026
208850
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233