1.100 missa arbeiðið

1.100 missa arbeiðið
Væntast kann, at eini 1.100 fólk fara at missa arbeiðið, eftir at íslendska lágprísflogfelagið, Wow Air, er farið á húsagang
Væntast kann, at fleiri enn 1.100 fara at missa sítt arbeiði, eftir at Wow Air er farið á húsagang.
Mynd: Wow Air  
 
29.03.2019 - 07:25

Eini 1.100 fólk missa sítt starv, eftir at Wow Air er farið á húsagang. Tað skrivar íslendska ferðavinnublaðið, Grapevine, á heimasíðuni. 

Unnur Sverrisdóttir, stjóri í íslendsku arbeiðsloysisskipanini sigur við netavísina, Vísir, at tey hava sett átøk ígongd til tess at lofta øllum teimum, sum fara at missa sítt starv. 

- Vit raðfesta tey uppsøgdu hjá Wow Air fyrst og fremst, sigur hon. 

Talið kann økjast

Tað er væl hugsandi, at talið av teimum, sum fara at verða arbeiðsleys verður nógv hægri, tí tað kann verða, at onnur í øðrum vinnum óbeinleiðis verða rakt av húsaganginum eisini.

Hvussu mong talan kann verða um, er ógreitt í løtuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576

Annað frá KVF