Pedagogfelagið nýggjan bygnað

Pedagogfelagið nýggjan bygnað
Nú er ikki krav, at eitt hjálparfólk og tveir námsfrøðingar skulu vera í nevndini í Pedagogfelagnum.
 
31.03.2019 - 11:22

Bygnaðarbroytingar eru gjørdar í Pedagogfelagnum, og nú er ikki longur krav, at í minsta lagi eitt hjálparfólk og tveir námsfrøðingar skulu vera í nevndini.

Tað sæst á heimasíðuni hjá Pedagogfelagnum.

Felagið hevði aðalfund í gjár. 

Á fundinum varð eitt uppskot um bygnaðarbroytingar samtykt.

Hetta merkir, at ikki longur er krav, at í minsta lagi eitt hjálparfólk og tveir námsfrøðingar skulu verða í nevndini, skrivar Pedagogfelagið á heimasíðuni.

Við samtyktini stovnsetur Pedagogfelagið eisini trý ráð - Leiðararáð, Námsfrøðingaráð og Hjálparfólkaráð, umframt fakligar áhugabólkar.

Tað merkir, at einstøku fakøkini í felagnum fáa betri umboðan og betri møguleika at varpa ljós á teirra serliga áhuga.

Nevndin verður við hesum betri før fyri at umboða áhugamálini hjá leiðarum, námsfrøðingum og hjálparfólkum í felagnum, skrivar Pedagogfelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327