Nýggj útbúgving samtykt

Nýggj útbúgving samtykt
Løgtingið hevur endaliga samtykt uppskotið um námshjálparaútbúgving. Øll 29 tingfólkini, sum vóru í tingsalinum, atkvøddu fyri uppskotinum
 
09.04.2019 - 15:41

Við 3. viðgerð samtykti tingið eisini einmælt eitt broytingaruppskot frá einari samdari mentanarnevnd um, at kravið fyri at søkja inn á útbúgvingina er arbeiðroyndir í eitt ár.

Í upprunaliga uppskotinum var kravið í minsta lagi tvey ára arbeiðsroyndir, ella viðkomandi útbúgving. Hinvegin feldi løgtingið eitt broytingaruppskot um, at útbúgvingin ikki skal setast í verk fyrr enn 1. januar í 2020.

Bill Justinussen, Joen Magnus Rasmussen, Jógvan á Lakjuni og Jákup Mikkelsen, søgdu í viðmerkingunum til broytingaruppskotið, at Hjálparfólkafelagið hevur víst á, at uppskotið er ikki nóg væl fyrireikað, og felagið skjýtur tí upp at útseta ætlanina og at fyrireika uppskotið betur.

Taka næmingar inn í heyst

Uppskotssetararnir skutu upp at útseta gildiskomuna til 1. januar 2020, so politiski myndugleikin fær betri stundir at gera gera rættingar til uppskotið í samráð við viðkomandi partar, áðrenn útbúgvingin verður sett í verk.

Broytingaruppskotið fall. Átta atkvøður vóru fyri og 21 ímóti. Námshjálparaútbúgvingin verður á Heilsuskúlanum í Hovi, og ætlanin er at taka næmingar inn í heyst.

Við hesi útbúgving fáa ófaklærd hjálparfólk og onnur møguleika at førleikamenna seg og taka eina útbúgving innan námsfrøði. 

Útbúgvingin er partur av semjuni frá 14. januar í 2018 millum Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið um at heita á landsstýrisfólkið í mentamálum um at skipa eina útbúgving til hjálparfólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595