38 skip fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi

38 skip fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi
Svartkjafturin er nú komin í føroyskan sjógv og í løtuni eru sjey føroysk, 20 russisk og 11 íslendsk skip á feltinum, upplýsir Vørn
Nógv skip fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi
 
17.04.2019 - 12:16

Fiskiskapurin eftir svartkjafti er í løtuni suður móti serøkinum og í serøkinum millum Føroyar og Stóra Bretland.

Ójavnt er, hvussu leingi svartkjafturin er í føroyskum sjógvi, men roknast kann við, at fiskiskapurin heldur fram allan mai.

Í gjár fingu føroysk skipini úr 160 upp í 600 tons, russisku skipini úr 100 upp í 400 tons og tey íslendsku fingu úr 200 upp í 400 tons, sambært teimum fráboðanum, sum Vørn hevur fingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672