103 søktu eftir kvotu 2

103 søktu eftir kvotu 2
103 fólk søktu inn á Setrið eftir kvotu 2. Flest teirra vilja verða sjúkrarøktarfrøðingar
 
18.04.2019 - 09:38

103 fólk hava søkt inn á Fróðskaparsetrið gjøgnum kvotu 2. Freistin varð á miðnátt 15. apríl. Møguleikin at søkja inn eftir kvotu 2 er fyri umsøkjarar, sum søkja inn til bachelorlestur.

Tað er til teirra, sum antin ikki hava nóg høgt miðalpróvtal í gymnasiala miðnámspróvnum til at verða upptikin gjøgnum kvotu 1, til teirra, ið hava útlendsk miðnámsprógv ella teirra, ið ikki hava miðnámsprógv, skrivar Setrið á heimasíðuni.

Flestu umsóknirnar eru til sjúkrarøktarfrøði, tí 36 umsóknir eru komnar til ta útbúgvingina. 29 umsóknir eru til pedagog, og 20 til lærara.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655