Ferðafólk gera gøtuna á Eggjunum í Vági ókeypis

Ferðafólk gera gøtuna á Eggjunum í Vági ókeypis
Næsta vikuskiftið koma tíggju útlendingar til Vágs at gera gøtuna niðan til kikaran á Eggjunum. Vitjanin er partur av Visit Faroe Islands-átakinum
 
19.04.2019 - 16:19

Nøkur av útlendsku ferðafólkuum, sum koma til Føroya næsta vikuskiftið at arbeiða ókeypis fyri føroysku ferðavinnuna, fara til Vágs at gera gøtuna niðan til kikaran á Eggjunum.

Fólk frá tekniska toyminum hjá Vágs kommunu gjørdu í síðstu viku økið uppi á Eggjunum og settu upp kikara.

Ein partur av arbeiðinum restar tó í, tí ein gøta skal gerast frá vegnum niðan til kikaran. Hetta arbeiðið koma 10 volontouristar at gera leygardagin, skrivar Vágs Kommuna.

Closed for mainainance

Heitið volontourisma gjørdist kent í Føroyum fyrr í ár, tá Visit Faroe Islands lýsti við nýggja ferðavinnuátakinum, sum verður síðsta vikuskiftið í apríl, tá løgmaður kunngjørdi á enskum, at hann steingir oyggjarnar fyri vanligari ferðavinnu. Ístaðin kundu útlendingar søkja um at koma til Føroya at hjálpa føroyingum at bøta um ymsa staðni, har ferðavinnan hevur sett síni spor.

Fleiri søktu, og næsta leygardag koma 10 av teimum sjálvbodnu til Vágs.

Tá er eisini ruddingardagur í Vági, og tí fara tey 10 ferðafólkini at eta morgunmat saman við bygdarfólkunum í Garðslon í Vági.

Voluntouristarnir fara til Havnar við tyrlini hjá Atlantsflog seinnapartin leygardagin.

Eggjarnar væl vitjaðar

Í eina tíð hevur verið arbeitt við ætlan um at seta upp kikara uppi á Eggjunum. 

Í samstarvi millum Vágs kommunu, Visit Faroe Islands, Suðuroyar Ferðavinnufelag og privatir stuðlar er hetta nú komið í lag, soleiðis at ein inngyrdur pallur er gjørdur og kikarin settur upp uppi á Eggjunum.

Eggjarnar eru millum allarmest vitjaðu støð í Suðuroynni og lítið er at ivast í, at nýggi kikarin fer at draga enn fleiri fólk til sín. Vegurin niðan á Eggjarnar er tó nakað slitin og av somu orsøk verður í komandi viku farið undir at gera ábøtur á vegin, skrivar kommunan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852