Eingin gravgangur eftir rektarastarvi

Eingin gravgangur eftir rektarastarvi
Tríggjar umsóknir eru til starvið sum rektari á Fróðskaparsetrinum
Tríggir umsøkjarar vilja stýra Setrinum
 
02.05.2019 - 12:09

Tey eru ikki nógv, sum vilja verða rektari á Fróðskaparsetrinum. Formaðurin í stýrinum, Ólavur Ellefsen, sigur, at tríggjar umsóknir eru.

Tvær umsóknir eru úr Føroyum, og ein er útlendsk.  Meira vil stýrisformaðurin ikki siga um umsóknirnar. Starvið var eisini á útlendskum starvsportalum.

Setanarbólkur settur nú

Stýrið hevur fund tann 14. mai og fer tá at viðgera umsóknirnar, men setanarbólkurin verður settur longu nú, sigur Ólavur Ellefsen.

Ikki er útilokað, at rektarastarvið verður lýst leyst av nýggjum. Tað veldst um, hvussu góðar umsóknirnar eru hesaferð. Rektarin tekur við starvinum 1. september. 

Rektarin skal, sambært starvslýsingini, hava drúgvar leiðsluroyndir og neyvan kunnleika um granskingar- og útbúgvingarøkið. Starvið er áramálassett í fimm ár.

Fimm pluss trý

Sigurð í Jákupsstovu varð eisini settur í fimm ár, men seinni varð setanin longd trý ár.

Hon kann ikki leingjast eina ferð afturat. Men Sigurð í Jákupsstovu kundi søkja um starvið aftur hesaferð.  

Á Fróðskaparsetrinum eru 24 útbúgvingar, okkurt um 1.000 lesandi og yvir 140 starvsfólk. Fróðskaparsetrið fær í høvuðsheitum sínar pengar í fíggjarlógini.

Harumframt eru nógvar verkætlanir seinastu árini fíggjaðar við pengum frá Granskingarráðnum, vinnulívinum og øðrum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666