Lýst leyst av nýggjum

Lýst leyst av nýggjum
Bara tríggjar umsóknir til starvið sum rektari á Fróðskaparsetrinum komu inn
 
14.05.2019 - 13:18

Starvið sum rektari á Fróðskaparsetrinum verður nú lýst leyst av nýggjum. Tá freistin var úti, vóru tríggjar umsóknir komnar. 

Ein varð ikki mett at lúka grundleggjandi krøv til slíkar umsóknir, og stýrið fyri Fróðskaparsetrið hevur eftir tilmæli frá setanarbólkinum gjørt av at lýsa starvið leyst av nýggjum, so fleiri fáa høvi at søkja.

Starvslýsingin er eisini dagførd, millum annað grundað á viðmerkingar, ið komu til fyrru lýsingina. 

Krav um granskingarførleikar slept

Minni dentur verður lagdur á kravið um fyrisitingarligar og málsligar førleikar, og tað er ikki eitt krav, at nýggi rektarin skal hava granskingarførleikar.

Fremsta uppgávan verður at standa fyri leiðsluni á Fróðskaparsetrinum og tryggja, at stovnurin veitir samfelagnum gransking og útbúgving á altjóða stigi.

Rektarin skal hava góða akademiska bakgrund og evni at skapa undirtøku bæði innanhýsis og uttanhýsis.

Starvið er áramálssett

Samstarv við granskingarstovnar, útbúgvingarstovnar, myndugleikar og vinnulív bæði í Føroyum og uttanlands verður raðfest høgt.

Í løtuni eru 24 útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum, og har ganga 1.000 lesandi. 144 starvsfólk eru á Setrinum. 

Umsóknarfreistin er 28. mai. Nýggi rektarin byrjar í starvinum 1. september, og starvstíðin er fimm ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155