CPR-nummur kunnu ikki longur nýtast sum eyðmerking

CPR-nummur kunnu ikki longur nýtast sum eyðmerking
Dátuinnbrotið vardi í heilar tíggju dagar, og óviðkomandi hava misnýtt lógligu atgongdina hjá eini danskari fyritøku at leita í CPR-skránni
Oviðkomandi hava útvegað sær ólógliga atgongd í CPR-skránni hjá 8,8 milliónum fólkum í Danmark.
 
07.10.2026 - 08:34

Donsk persónnummur, sonevnd cpr-nummur, kunnu ikki longur nýtast sum eyðmerking, eftir at óviðkomandi hava útvegað sær ólógliga atgongd til millum annað nøvn, bústaðir og persónsnummur hjá 8,8 milliónum fólkum í Danmark.

- Tú kanst ikki longur rokna við at hava eyðmerkt ein ávísan borgara, um tú fært CPR-nummar. Tað er avleiðingin av hesum leka, segði stjórin í Stýrinum fyri samfelagstrygd, Laila Reenberg, á tíðindafundi í gjár.

Dátuinnbrotið vardi í heilar tíggju dagar, og sigst hava verið, tí óviðkomandi hava misnýtt lógligu atgongdina hjá eini danskari fyritøku at leita í CPR-skránni.

 


Laila Reenberg. (Mynd: Emil Nicolai Helms/Emilnicolaihelms/Ritzau Scanpix)

 

Fekk óvanliga stóra rokning

Fyritøkur rinda eitt lítið gjald fyri at leita í skránni, og brotsverkið var avdúkað, tá eitt minni danskt felag fekk eina óvanliga stóra rokning. 

Tað boðaði Granskingar-, útbúgvingar- og talgildarmálaráðið frá gjár, uttan at vilja nevna, hvør fyritøkan er.

- Vit vita ikki, hvat dáturnar verða brúktar til, og vit vita í løtuni ikki, hvør hevur gjørt hetta, men tað er eyðsæð at hugsa um svikaravirksemi, segði Reenberg.

Serliga eru nøvn og bústaðir heintað, men eisini ber til at síggja hjúnabandsstøðu, skyldskap, ríkisborgararætt og líknandi upplýsingar.

Stívliga 11 milliónir fólk eru í skránni, sum umfatar bæði fólk, sum búgva í Danmark, men eisini deyð fólk og danir, sum eru fluttir uttanlands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423