Fleiri fáa nú skaða á arbeiðsplássinum

Fleiri fáa nú skaða á arbeiðsplássinum
Alsamt fleiri arbeiðsóhapp verða nú fráboðað í Føroyum
Arbeiðs- og brunaeftirlitið fær støðugt fleiri fráboðanir um óhapp á arbeiðsplássum.
 
17.05.2019 - 10:11

Í fjør var vøksturin 21 prosent samanborið við 2017. Arbeiðs- og brunaeftirlitið fekk í fjør 216 fráboðanir um arbeiðsóhapp. Í 2017 var talið 178.

Fráboðað arbeiðsóhapp vóru 145 í 2013 og 216 í fjør.

Orsøkin er ikki tann, sigur Arbeiðs- og brunaeftirlitið, at arbeiðsumhvørvið, umstøðurnar á arbeiðsplássuum, í miðal er versnað.

Men løntakararnir eru fleiri nú. Í 2013 arbeiddu 24.500 fólk í Føroyum. Tey vóru 27.500 í fjør.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur eisini gjørt tað nógv lættari at boða frá arbeiðsóhappum.

Fleiri menn enn kvinnur

Flestu menninir, sum vóru fyri arbeiðsóhappi í fjør, fingu skaða í fiskiídnaðinum á landi, í byggivinnuni og jarnídnaðinum. Flestu kvinnurnar fingu skaða í vinnugreinunum heilsa og røkt og í fiskiídnaðinum á landi.

Í fjør vóru 132 menn og 84 kvinnur í fráboðanunum um arbeiðsóhapp, Ein deyðsvanlukka varð fráboðað í fjør, men eingin í 2017. 

Seinastu tíggju árini er í miðal ein deyðsvanlukka fráboðað um árið, sigur Arbeiðs- og brunaeftirlitið.

Sambært lógini um arbeiðsumhvørvi er tað eitt arbeiðsóhapp, tá tann, sum arbeiðir fyri arbeiðsgevara, fær skaða, sum ger, at hann ella hon er óarbeiðsfør í ein ella fleiri dagar umframt sjálvan dagin, tá óhappið hendir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423