16 færri íbúðir á Frúutrøð

16 færri íbúðir á Frúutrøð
Íbúðabyggingin á Frúutrøð í Havn er komin aftur í skránna fyri býráðsfund í Havn
Nýggja ætlanin um Frúutrøð, sum verður viðgjørd á býráðsfundinum í Havn í annaðkvøld.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
22.05.2019 - 11:56

Íbúðabyggingin á Frúutrøð í Havn er komin aftur í skránna fyri býráðsfund í Havn.

Eftir samráðingar við Bústaðir hevur býráðið valt eina loysn, sum eitur 2.700 bygdar fermetrar. Í loysnini eru 34 íbúðir, sum eru 70 fermetrar í tveimum hæddum.

Parkeringarkjallari verður í einari hædd til 70 akfør, og í tveimum hæddum til 140 akfør.

Musikkskúlin er ikki við í hesari loysnini. Hann verður varðveittur, og skal kanska brúkast sum borgarahús ella býarsavn.

Í august í fjør bjóðaði Tórshavnar kommuna samtøkum at vera við í undangóðkenning at byggja, fíggja og umsita íbúðir á Frúutrøð í Havn. 

Toymi, skipað við ráðgevum, byggivinnuni, íleggjarum og eisini fólkum ella fyritøkum, sum kunnu umsita leiguíbúðir, kundu søkja um undangóðkenning.

Men eingin søkti. 

Færri íbúðir

Tá var talan um 50 íbúðir. Helvtin skuldi vera leiguíbúðir, hin helvtin luta- og eigaraíbúðir.

Annika Olsen, borgarstjóri, helt tá, at kanska vóru ov nógvar bindingar og treytir í verkætlanini.

Fyrst i hesum árini vístu Bústaðir áhuga fyri verkætlanini. 

Bústaðir høvdu fýra uppskot, úr 12 upp í 34 íbúðir. Í øllum uppskotunum er talan um 70 fermetrar í tveimum hæddum.. 

Býráðið fer í annaðkvøld at taka støðu til, um kommunan skal játta 400.000 kr. til fyrireiking, so sum boriroyndir og kunnandi tilfar til grannarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558