Samtykt at gera partalagssáttmála við Bústaðir

Samtykt at gera partalagssáttmála við Bústaðir
Býráðið í Havn hevur samtykt, at umsitingin hjá kommununi arbeiðir víðari við samstarvi við Bústaðir um bygging á Frúutrøð í einum partalagssáttmála
Ætlanin á Frúutrøð.
 
24.05.2019 - 13:13

Býráðið í Tórshavnar kommunu samtykti í gjárkvøldið, at umsitingin hjá kommununi arbeiðir víðari við at nágreina samstarvið við Bústaðir um bygging á Frúutrøð í einum partalagssáttmála.

Býráðið samtykti eisini eitt uppskot frá meirilutanum í Fíggjarnevndini um, at nakrar íbúðir skulu markast til eldri fólk.  
  
Uppskotið um byggingina á Frúutrøð varð samtykt við atkvøðubýtinum sjey-seks.

Býráðið samtykti at lata 400.000 kr. til millum annað masterplan, boriroyndir og kunnandi tilfar til grannarnar.  

Samráðingar við Bústaðir

Eftir samráðingar við Bústaðir hevur býráðið valt eina loysn, sum eitur 2.700 bygdir fermetrar. Í loysnini eru 34 íbúðir, sum eru 70 fermetrar í tveimum hæddum.

Parkeringarkjallari verður í einari hædd til 70 akfør, og í tveimum hæddum til 140 akfør.

Musikkskúlin er ikki við í hesari loysnini. Hann verður varðveittur, og skal kanska brúkast sum borgarahús ella býarsavn.

Í august í fjør bjóðaði Tórshavnar kommuna samtøkum at vera við í undangóðkenning at byggja, fíggja og umsita íbúðir á Frúutrøð í Havn. 

Toymi, skipað við ráðgevum, byggivinnuni, íleggjarum og eisini fólkum ella fyritøkum, sum kunnu umsita leiguíbúðir, kundu søkja um undangóðkenning.

Men eingin søkti. 

Fýra uppskot

Tá var talan um 50 íbúðir. Helvtin skuldi vera leiguíbúðir, hin helvtin lutaíbúðir og eigaraíbúðir.

Annika Olsen, borgarstjóri, helt tá, at kanska vóru ov nógvar bindingar og treytir í verkætlanini.

Fyrst i hesum árini vístu Bústaðir áhuga fyri verkætlanini. 

Bústaðir høvdu fýra uppskot, úr 12 upp í 34 íbúðir. Í øllum uppskotunum er talan um 70 fermetrar í tveimum hæddum.

Men Bústaðir hava ikki pengar at byggja fleiri íbúðir enn tær, sum longu eru farnar í gongd.

Tí lógaruppskotið, sum skuldi geva Bústøðum heimild at læna 250 milliónir krónur afturat at byggja fyri, kom ikki úr nevnd, áðrenn løgtingið fór í summarfrí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595