Bumbuspreinging í Lyon

Bumbuspreinging í Lyon
Franska løgreglan hevur almannakunngjørt eina mynd av manninum, sum hon heldur, framdi bumbuálopið í Lyon í gjár
 
25.05.2019 - 09:45

Yvirgangs-kanningararbeiði er í gongd, eftir at í minsta lagi sjey persónar fingu skaða í eini spreinging, - helst eini pakkabumbu, í gongugøtuni í franska býnum, Lyon. Bumban brast um nátturðatíð í gjárkvøldið.

Franska blaðið, Le Figaro, skrivar, at ein maður er undir illgruna fyri at hava framt atsóknina. Maðurin er í 30-unum, og var á súkklu.

Macron: – Spreingingin eitt álop

Løgreglan kannar nú upptøkur frá vakmyndatólum, og myndin av manninum, sum løgreglan hevur almannakunngjørt, er frá einum av vakmyndatólunum.

Stór óvissa er um, hvussu nógv fingu skaða av spreingingini – alt frá átta til 13 fólk, men tíðindastovan AP og fleiri franskir miðlar minkaðu í gjárkvøldið talið niður í sjey. Millum annað ein átta ára gomul genta hevur fingið løstir.

Emmanuel Macron, forseti, sigur, at spreingingin er eitt álop. Hann segði einki um, at nakar hevði latið lív, skrivar AFP. Talan skal verða um pakkabumbu, sum varð fylt við skrúvum og seymum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391