– Ferðsluviðurskiftini eru ikki nøktandi

– Ferðsluviðurskiftini eru ikki nøktandi
Ferðsluviðurskiftini kring um Glyvra skúla eru ikki nøktand, og tí er neyðugt at taka økið, sum Glyvra Bio stóð, uppí
 
26.05.2019 - 16:37

Ferðsluviðurskiftini kring um Glyvra skúla eru ikki nøktandi. Serliga ringt er tað á morgni, tá ið skúlagongdin byrjar. Bussar koma til og frá, foreldur koyra børnini í skúla. Tekniska nevndin í Runavíkar kommunu hevur arbeitt við ætlan fyri økið.

Tað verður longri millum innkoyring og útkoyring, og rúmligari inni á avsetingarøkinum. Hetta viðførir vónandi minni trongsul á vegbreyt og inni á økinum - serliga í ferðsluni á morgni, skrivar kommunan.

Fyri at fáa nógmikið av rúmi til ætlanina var neyðugt at taka økið, har sum Glyvra Bio stóð, uppí høpið.

Tað verða ikki fleiri støðupláss, men væl betri umstøður hjá teimum sum koma til og frá, serliga tá ið ferðslan er sum mest. Spakin er settur í, og væntandi verður arbeiðið liðugt seinri í ár, skrivar Runavíkar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655