Starvsfólkini sleppa nú við til at seta stjórar

Starvsfólkini sleppa nú við til at seta stjórar
Starvsfólkini sleppa nú eisini við í setanarbólkin, sum viðger umsóknirnar um forstjóra og sjúkrahússtjórar í Sjúkrahúsverkinum
Starvsfólkini eru nú við í setanarbólkinum, sum viðger umsóknir um sjúkrahússtjórar
 
18.06.2019 - 13:11

Heilsumálaráðið upplýsir, at semja er gjørd um, at setanarnevndin verður víðkað við umboðum frá starvsfólkunum í høvuðssamstarvsnevndini fyri Sjúkrahúsverkið. 

Aðalstjórin sigur seg harmast um, at starvsfólkaumboð í høvuðssamstarvsnevndini ikki hava verið við í setanartilgongdini frá byrjan og vísir á, at í framtíðini fer starvsfólkaumboð frá høvuðssamstarvsnevndini at vera við í setanum í Sjúkrahúsverkinum, sum Heilsu- og innlendismálaráðið varðar av.

11 fakfeløg

Nú forstjóri og stjórar skulu setast, fáa nýggju limirnir í setanarnevndini møguleika at viðgera umsóknirnar og gjøgnumganga øll mál og avrit frá setanartilgongdini og vera partur í tilmælinum til landsstýriskvinnuna um tær tríggjar setanirnar, sigur Heilsumálaráðið.

7. juni sendu 11 fakfeløg Heilsu- og Innlendismálaráðnum mótmæli. Tey mótmæltu, hvussu setanarbólkurin er settur saman. Fakfeløgini søgdu, at tað er brot á starvsfólkapolitikk landsins, at einki starvsfólkaumboð varð valt í setanarbólkin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Mikudag 8. apríl
Skratsj 8. apríl 2026
206739
Mikudag 8. apríl
Tá kroppurin broytist
206728
Mikudag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
206727
Mikudag 8. apríl
Morgunlestur mikudagur 8.apríl 2026
206583
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638