KÍ og NSÍ bjóða av í Evropa í kvøld

KÍ og NSÍ bjóða av í Evropa í kvøld
Bæði KÍ og NSÍ spæla í Euro League kappingini í kvøld
 
27.06.2019 - 10:35

Í dag byrjar innleiðandi umfari í Evropa League, har Føroyar hava trý feløg, B36,NSÍ og KÍ, við.

KÍ og NSÍ skulu bæði spæla í kvøld.

Klaksvíkingar taka ímóti Tre Fiori úr San Marino á ovara vølli í Gundadali. Dysturin byrjar klokkan 19.00.

Sambært altjóða veddingarfyritøkum er KÍ í tí óvanligu støðu undan einum evropeiskum dysti, at teir eru stórfavorittur.

Útvarpið sigur beinleiðis frá dystinum ímillum KÍ og Tre Fiori.

NSÍ skal royna seg í Norðurírlandi, har Ballymena United tekur ímóti teimum. Í hesum dystinum verður norðurírska liðið mett at vera favorittur av vinna.

Ballymena United og NSÍ spæla klokkan 19.45 í kvøld.

B36 er triðja felagið í kappingini, teir eru styrkismettir til næsta umfar, har teir møta Crusaders FC úr Norðurírlandi. Fyrri dysturin teirra millum verður spældur í Belfast 11.juli.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028