Ikki stjóri í fimm dagar

Ikki stjóri í fimm dagar
Miðlahúsið kunnger í dag, at Jonhard Hammer er aftur stjóri í Miðlahúsinum 
Johnhard Hammer er nú aftur stjóri
 
28.06.2019 - 13:54

Jonhard Hammer var ikki leingi uttan stjórasessin í Miðlahúsinum. Miðlahúsið kunnger í dag, at Jonhard Hammer er aftur stjóri í Miðlahúsinum. 

Mánadagin kunngjørdi Skrásetingin annars, at Jonhard Hammer var farin frá sum stjóri í smápartafelagnum Sosialinum.

Tvístøða hevur verið um framtíðarætlanirnar

Jonhard Hamer er stjóri saman við Eiriki Lindenskov, sum eisini er ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum og in.fo. 

Teir báðir siga, at ávís tvístøða hevur verið um framtíðarætlanirnar hjá Miðlahúsinum. Men nú er nýggj ætlan løgd, sum báðir partar taka undir við, og tí fara báðir stjórarnir í framtíðini at mynda felagið. 

Smápartafelagið Sosialurin rekur alt virksemið í Miðlahúsinum, sum gevur út Sosialin og in.fo.  Felagið eigur eisini partar í Prentmiðstøðini og útvarpsrásini FM1.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025