B36 hevur fingið styrk úr TB

B36 hevur fingið styrk úr TB
B36 hevur styrkt hópin við evnraríkum tvøramanni
 
30.06.2019 - 19:02

B36 boðar nú alment frá, at Stefan Radosavljevic er partur av teirra hópi.

Átjan ára gamli tvøramaðurin hevur verið ein av lyklaspælarunum hjá TB, har hann hevur skotið sjey mál – harav eitt í steypakappingini, og eisini hevur hann gjørt um seg á U21-landsliðnum.

B36 skrivar á heimasíðuni hjá felagnum, at Stefan Radosavljevic verður við, tá teir í juli mánaði skulu spæla Evropa League dystir ímóti Crusaders úr Norðurírlandi.

Venjarin hjá B36, Jákup á Borg, fegnast um at hava fingið Stefan í hópin.

- Tá vit tosaðu um at styrkja um liðið í summar, var eingin ivi um, at Stefan hevði hægstu raðfesting hjá okkum.

Her og nú kann hann avgjørt tilføra hópinum dygdir. Og tá talan er um somikið ungan spælara, er eingin ivi um, at hann kann mennast nógv meira, sigur Jákup á Borg við B36.fo

Sjálvur gleðir Stefan seg eisini at koma til B36.

- Skuldi eg til annað felag enn TB, so ynskti eg sjálvur, at tað varð B36. Spælistílurin hjá liðnum hóskar væl til mín, og eg ivist ikki í, at eg komi at fella væl til í Gundadali, sigur Stefan Radosavljevic við b36.fo

Sáttmálin er galdandi til og við 2020.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 8mf, jóansøka 2026
209972
Leygardag 20. juni
Video: 6mf menn, jóansøka 2026
209968