Boðið út av nýggjum

Boðið út av nýggjum
Vestmanna kommuna bjóðar nú út aftur Kolastykkið og økið, har Turkihúsið er, til íbúðabygging, gistingarhús ella til handil
Turkihúsið í Vestmanna.
 
30.06.2019 - 13:00

Vestmanna kommuna bjóðar nú út aftur Kolastykkið og økið, har Turkihúsið er, til íbúðabygging, gistingarhús ella til handil.

Hetta er aðru ferð, stykkið og húsið verða boðin úr.

Orsøkin er, at freistin fyrru ferðina var ov stutt. Hon var bara ein mánað.

Pauli Trond Petersen, borgarstjóri, sigur, at áhugi var fyri ognunum ta ferðina. Í hvussu so er fýra fyrispurningar vóru.

Nú er freistin til 19.august á middegi.

Treyt slept 

Og kommununan hevur slept treytini um, at Turkihúsið skal takast niður skjótast gjørligt, og í seinasta lagi áðrenn hetta árið er liðugt.

Treytin er, at byggingin skal byrja í seinasta lagi eitt ár eftir, at tikið er av tilboði og sáttmáli gjørdur.

Á fundi 27.august tekur bygdarráðið støðu til tilboðini.

Ein arbeiðsbólkur viðger tilboðini og ger tilmæli til bygdarráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595