Ger ikki lógarbroytingar, sum binda landsstýrið

Ger ikki lógarbroytingar, sum binda landsstýrið
Landsstýrið vil ikki gera broytingar, sum gera, at almenn arbeiðspláss binda seg til seta fólk í starv eftir lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk
Løgtingið hevur bæði samtykt lóg og uppskot til samtyktar um arbeiðsfremjandi tiltøk.
 
07.07.2019 - 13:17

Landsstýrið vil ikki gera broytingar, sum gera, at almenn arbeiðspláss binda seg til seta fólk í starv eftir lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk.

Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, í svari til Sonju Jógvansdóttur, løgtingskvinnu.

Løgtingið samtykti annars í 2016 eitt uppskot til samtyktar frá Sonju Jógvansdóttur um at heita á landsstýrið um at seta skipan í verk, so almenn arbeiðspláss oman fyri ávísa stødd binda seg til at seta fólk í starv sambært lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk.

Fyri at fremja hetta, skuldi landsstýrið koma við neyðugum lógaruppskotum.

Men landsstýrið hevur ikki kravt, at almenn arbeiðspláss binda seg til at seta fólk í starv eftir lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk, sigur Eyðgunn Samuelsen. 

Hon sigur, at Almannamálaráðið hevur tosað við Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum um hetta.

Tulkar samtykt hjá løgtinginum

Landsstýrið skilir endamálið við løgtingssamtyktini frá 2016 soleiðis, at hon fyrst og fremst miðar eftir at fremja rúmligan arbeiðsmarknað.

Semja er tí um at eggja arbeiðsgevarum til at seta fólk í starv sambært lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk.
   
Í 2016 vóru pengar settir í fíggjarlógina, so Almannaverkið kundi seta vinnuvegleiðara at fáa fleiri fólk á arbeiðsmarknaðin.

449 fólk eru nú í onkrari skipan eftir lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk.

Tey flestu, 240, eru í tillagaðum starvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751