Ternan enn á beding

Ternan enn á beding
Ternan er aftur farin á beding, minni enn tríggjar mánaðir eftir at hon var uppi til vanligt viðlíkahald, sum seinnu árini er gjørt í apríl
 
18.07.2019 - 08:08

Ternan er enn á beding í Havn. Orsøkin til, at Ternan nú so brádliga varð aftur tikin úr sigling á middegi í gjár, er, at botnurin er tærdur á hol, inn í ein tanga. 

Meðan Ternan er á beding, røkir Spógvin Nólsoyarleiðina. Siglt verður í pendulfarti, og seinasta fráferð er klokkan 22 í kvøld av Bursatanga og 22:30 úr Nólsoy.

Spógvin leggur at í Nólsoy, har Ritan plagdi at leggja at, og við træbrúnna á Bursatanga í Havn. Teistin siglir fyri Spógvan á Hestleiðini. Túrarnir í Hest klokkan 8:45, 14:20 og 19:10 eru tilkallitúrar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037