India sendir mánarakett

India sendir mánarakett
Fyrrapartin í dag eydnaðist tað India at senda eina mánarakett út í rúmdina
Indiska rúmdarfarið skal vera í ringrás um jørðina 23 dagar, áðrenn stýrt verður móti sjálvum mánanum
Mynd: AP  
 
22.07.2019 - 15:18

Ómannaða mánaferðin í dag mánadagin, fór á fram á oynni, Sriharikota, við eysturstondina í India. Vónin er, at tað fer at eydnast at seta seg á suðurpólinum á mánanum fyri fystu ferð í søguni.

Indiska rúmdarfarið skal vera í ringrás um jørðina 23 dagar, áðrenn stýrt verður móti sjálvum mánanum.

Ætlanin er tann størsta, sum indiski rúmdarstovnurin, Isro, nakrantíð hevur havt. Sløk túsund vísindafólk, verkfrøðingar og onnur hava verið við í arbeiðinum, skrivar BBC.

Ferðin er eina viku seinkað

Niðurteljingin tann 15. juli varð steðgað 56 minuttir fyri fráferð vegna teknisk brek; helium lak úr eini gassfløsku í rakettmotorinum.

Ta ferðina kom rúmdarfarið í ringrás um mánan, har tað leitaði eftir mánavatni við radara. Nú, 11 ár seinni, er ætlanin at seta seg á mánan at leita eftir vatni og mineralum og at máta mánaskjálvtar og annað.

Rakettin, sum India brúkti í dag, vigaði 640 tons og var 44 metrar til longdar. Sjálvt rúmdarfarið vigar 2,4 tons. Í rúmdarfarinum er eitt annað mánafar, ið eitur Vikram og skal seta seg á mánanum.

Í Vikram er ein lítil, fjarstýrdur mánabilur. Hesin bilurin vigar 27 kilo og skal fara ymsastaðni at taka myndir á mánaskorpuni umframt at greina dust.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655