Fleiri nýggir ráðharrar

Fleiri nýggir ráðharrar
Fleiri nýggir ráðharrar vera í Bretlandi, nú Boris Johnson er vorðin forsætisráðharri
Umframt at fleiri ráðharrar høvdu boðað frá, at teir ikki hildu fram, um Boris Johnson varð valdur, hevur Boris Johnson eisini sett eitt nýtt ráðharratoymi við fleiri nýggjum ráðharrum
 
25.07.2019 - 10:56

Umframt at fleiri ráðharrar høvdu boðað frá, at teir ikki hildu fram, um Boris Johnson varð valdur, hevur Boris Johnson eisini sett eitt nýtt ráðharratoymi við fleiri nýggjum ráðharrum.  

Stephen Barclay heldur fram sum ráðharri í Brexit-málum meðan Michael Gove skal fyrireika Bretland til eitt Brexit uttan avtalu - eitt sokallað Hard-brexit - sum kann gerast veruleiki, um ongin avtala er klár áðrenn 31. oktobur. 

Jeremy Hunt heldur ikki fram

Priti Patel og Sajid Javid, sum bæði vóru ráðharrar í stjórnini hjá Theresu May, halda fram í nýggjum sessum. Priti Patel sum innanríkisráðharri og Sajid Javid sum fíggjarmálaráðharri. 

Jeremy Hunt, sum var tættasti kappingarneytin hjá Boris Johnson um at gerast forsætisráðharri, boðaði í gjárkvøldið frá, at hann ikki helt fram í stjórn undir Boris Johnson.

 >> SÍ EISINI Boris Johnson nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi

Hann var uttanríkisráðharri í stjórnini hjá Theresu May, og fekk sambært bretskum miðlum tilboð um at halda fram í øðrum ráðharrasessi. Men hann valdi at takka nei. 

Penny Modaunt, fyrrverandi verjumálaráðharri og Liam Fox, fyrrverandi handilsmálaráðharri eru ímillum ráðharrarnar, sum hava lagt frá sær, tí tey ikki vilja í stjórn við Boris Johnson. 

Phillip Hammond, fyrrverandi fíggjarmálaráðharri, og David Gauke, fyrrverandi løgmálaráðharri, boðaðu longu áðrenn Boris Johnson vann fomansvalið í konservativa flokkinum frá, at teir ikki hildu fram í sessinum, um Boris Johnson gjørdist forsætisráðharri. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576