Ávara ímóti at fara til USA

Ávara ímóti at fara til USA
Uruguay og Venesuela ávara landsmenn sínar ímóti at fara til USA eftir hópdrápini um vikuskiftið
 
06.08.2019 - 15:44

Myndugleikarnir í Uruguay og Venesuela ávara landsmenn sínar ímóti at fara til USA eftir hópdrápini í USA um vikuskiftið, sum kravdu tilsamans 31 mannalív.

Nógv bendir á, at skottilburðurin í Texas varð fyrst og fremst ætlaður latínameriknarum. 22 fólk doyðu í Texas.

Borgarar í landinum eiga ikki at fara til eitt nú Detroit, Baltimore og Albuquerque, tí teir eru vandamiklir, stendur í einari vegleiðing frá uttanríkisráðnum í Uruguay.

 >> SÍ EISINI Skot verða viðgjørd sum yvirgangur

Uttanríkisráðið í Venesuela heitir á sínar landsmenn um at útseta ferðina til USA, tí har valda harðskapur og hatursbrotsgerðir, stendur í kunngerðini frá uttanríkisráðnum.

Tey flestu av teimum, sum doyðu í Texas um vikuskiftið, hava latínamerikansk nøvn.

21 ára gamli maðurin, sum skeyt, hevði lagt eitt manifest á eina heimasíðu. Har stendur, at tilflytingin úr Latínamerika til USA er ein innrás. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576